Leicester við jólagávu til Liverpool

Premier League: Leicester City skoraði øll trý málini, tá teir taptu fyri Liverpool

Nýggjársumfarið í Premier League, sum er tað 17. umfarið í landskappingini, byrjaði í kvøld. Liverpool vann 2-1 á Leicester, sum annars skoraði øll trý málini í dystinum. Eisini vann Brentford á kreppurakta West Ham.

 

Leicester City tapti greitt á heimavøll í stóra jólaumfarinum móti Newcastle. Tí vóru vónirnar nokk ikki tær størstu undan dystinum á Anfield móti Liverpool, men tað er eisini ein sannroynd, at Leicester stendur seg væl í útidystunum móti teimum sterku, tí skjótálopini eru sterka vápni.

 

Tað skuldi vísa seg longu aftaná fýra minuttir, tá Kiernan Dewsbury-Hall púra ótarnaður rann gjøgnum verjuna hjá Liverpool og skoraði. Eftir hetta var Leicester helst betra liðið á vøllinum.

 

Viðhaldsfólkini hjá Liverpool fingu eina jólagávu, tá felagið keypti Cody Gakpo frá PSV. Hann sat á áskoðaraplássunum og kundi síggja Alex Oxlade-Chamberlain nærmast geva nýggja keypinum plássið á vinstra vongi, so lítið hann gav liðnum. Tá Liverpool mest hevði brúk fyri tíð, so kom ein jólagáva frá einum óvæntaðum jólamanni. Hann eitur Wout Faes og spælir í miðverjuni hjá Leicester. Beint fyri hálvleik endaði hann við at senda ein vandaleyst inn frá Liverpool í egið mál.

 

Sum um at tað ikki var nokk, so endurtók hann bragdið í seinna hálvleiki. Hesa ferð rakti Darwin Nunez stongina og Wout Faes megnaði ikki at skipa føturnar, áðrenn hann sendi bóltin í egið net fyri aðru ferð.

 

Liverpool kundi havt sett punktum nakrar ferðir, men tað hevði ikki verið órættvíst, um Leicester - við fyrrverandi venjaranum hjá Liverpool, Brendan Rodgers, við róðið – vann sær ein javnleik.

 

West Ham er í kreppu. Í kvøld tapti liðið 2-0 á heimavølli móti Brentford. West Ham er nú eitt stig frá niðurflytingarstrikuni og allir kappingarneytarnir spæla í morgin.

 

1Arsenal15131136:1240
2Manchester City15112243:1535
3Newcastle1696132:1133
4Tottenham1693433:2330
5Manchester Utd1592423:2029
6Liverpool1684433:1928
7Brighton1573526:2024
8Chelsea1573519:1724
9Brentford1758427:2723
10Fulham1664627:2622
11Crystal Palace1554615:2119
12Aston Villa1653817:2518
13Leicester17521026:3017
14Bournemouth1644818:3416
15Leeds1543823:2915
16Everton1635812:1914
17West Ham17421113:2214
18Wolves1634910:2513
19Nottingham F.1634911:3313
20Southampton16331014:3012