Leicester vann á Manchetser City

Stórsteypadystur: Tað blivu FA Cup vinnararnir úr Leicester, sum vunnu á meistarunum úr Manchester City

Tað er nú ein vika til Premier League byrjar aftur. Tað merkist, tí í dag hevur stórsteypadysturin í enskum fótbólti verið. Finalan var millum meistararnar úr Manchester City, og FA Cup vinnararnar úr Leicester City.

 

Serliga Manchester City hevði fleiri ungar og óroyndar spælarar á liðnum. Bæði liðini høvdu møguleikar í fyrra hálvleiki, men tað bleiv ikki til mál. Nærmastur at skora mundi verða Jamie Vardy, men málverjin bjargaði og bólturin fór á stongina.

 

Í seinna hálvleiki kom met-keypið hjá Manchester City, Jack Grealish, á vøllin. Hann er keyptur fyri 875 milliónir krónur frá Aston Villa. Heldur ikki hann megnaði at fáa hol á. Tað endaði alt við, at Leicester fekk brotsspark stutt fyri tíð.

 

Fyrrverandi áleyparin hjá Manchester City, Kelechi Iheanacho, umsetti til mál. Tað var nokk til at vinna stórsteypadystin. Um eina viku rullar bólturin aftur í Premier League.