Leicester skal varðveita góðu støðuna

Fleiri dystir eru í Premier League í kvøld

Fult umfar er í Premier League hesa vikuna. Nakrir dystir eru á skránni í kvøld, meðan aðrir dystir vera spældir í morgin.

 

Í kvøld er tað serliga spennandi hjá oddaliðnum í deildini, Leicester, sum á heimavølli skal spæla móti West Bromwich.

Hóast fá høvdu væntað at Leicester kláraði at varðveita sítt støðið gjøgnum alla kappingina, so er tað sannroynd at teir aftaná 27 umfør enn eru á odda í deildini, og í løtuni stevna móti meistaraheitinum í Premier League. Tí er dysturin serstakliga týdningarmikil fyri Leicester, sum við einum sigri í kvøld, aftur fær lagt sjógv millum seg og Tottenham á øðrum plássið.

Tottenham sum í annaðkvøld spælir grannauppgerð á útivølli móti West Ham.

 

Verandi meistararnir úr Chelsea skulu eisini í dyst í kvøld. Teir skulu á útivølli spæla móti Norwich.

Chelsea liggur í løtuni á einum 11 plássið, meðan Norwich liggur beint omanfyri niðurflytingarstrikuna á einum 17 plássið.

 

 

Dystirnir sum vera leiktir í kvøld eru hesir. Allir dystirnir byrja klokkan 19:45:

 

Aston Villa – Everton

Bournemouth – Southampton

Leicester – West Bromwich

Norwich –Chelsea

Sunderland – Crystal Palace