Leicester skal hava nýggjan venjara

Craig Shakespeare er liðugur sum venjari í enska felagnum Leicester

 

Fyri tveimum árum síðani tók Leicester flest øll á bóli, tá felagið ógvuliga óvæntað vann Premier League kappingina. Á odda fyri liðnum tá stóð italski venjarin, Claudio Ranieri.

 

Í fjør hevði Leicester torført at liva upp til góða kappingarárið fyri tveimum árum síðani, og endaði tað eisini við, at Claudio Ranieri fekk sekkin sum venjari í felagnum.

 

Tá skuldi Craig Shakespeare taka yvir fyri Ranieri sum ein fyribils loysn, men av tí at gongdin í felagnum var so góð, meðan hann sat við róðrið, valdi felagið at seta Craig Shakespeare sum eina permanenta loysn.

 

Men nú er Craig Shakespeare liðugur í felagnum. Eftir eina heldur trilvandi byrjan uppá kappingarárið og eftir 1-1 javnleikin á heimavølli móti West Bromwich í gjárkvøldið, boðar Leicester í dag frá, at Craig Shakespeare hevur fingið sekkin sum venjari í felagnum.