Leicester nærkast meistaraheitinum

Leicester hevur í dag tikið eitt risa fet nærri fyrsta enska meistaraheitinum í søgu felagsins.

 

Leicester spældu betri enn Southampton fyrstu løtuna, men tað vóru Southampton sum vóru meira vandamiklir. Í 31. minutti kom Sadio Mane leysur móti Kasper Schmeichel og rundaði hann, men bakkurin Danny Simpson bjargaði skotinum. Stutt eftir legði Christian Fuchs ein frálíkan bólt inn í brotssteigin, og har var eingin annar enn liðskiparin Wes Morgan, sum stútaði bóltin væl í málið. Hetta var fyrsta málið hjá miðverjanum Wes Morgan í ár.

 

Aftaná málið helt Southampton á við at trýsta, men tað var Leicester sum var nærri at skora. Southampton verjuspælarin Jose Fonté fekk eina tá á eitt innlegg og beindi bóltin beint móti sínum máli, men tíbetur fyri hann, bjargaði málverjin væl. Í 72. Minutti róptu Southampton leikarirnir um brotsspark, men dómarin lat ikki við seg koma. Bólturin kom í hondina á Robert Huth, men dómarin má hava mett armin at vera í nátúrligari støðu. Uttan iva ein støða, sum nógv kjak fer at vera um komandi dagarnar.

 

Einki annað mál kom í dystinum, og við sigrinum í dag, hevur Leicester lagt seg á odda við sjey stigum, og nú er Premier League steypið av álvara í eygsjón.