Leicester City ger sum Forrest Gump

Venjarin hjá Leicester City hevur Forrest Gump, sum fyrimynd, tá stríðast skal í Premier League

Ótrúligu Leicester City kunnu halda jól á oddasessinum í Premier League. Verður farið eitt ár aftur í tíðini hildu teir í Leicester jól á aftasta plássinum í Premier League.

 

Høvuðsvenjarin hjá Leicester City, Claudio Ranieri, sum fyri 13 mánaðum síðani tapti 0-1 ímóti Føroyum við grikska landsliðnum í Piræus sær onga orsøk til, at hann og spælararnir hjá Leicester City skulu slaka. Og Claudio Ranieri hevur funnið eina heilt serliga fyrimynd, tá hann skal motivera sínar spælarar at stríðast í dystum í Premier League.

 

- Eg havi stórt álit á liðnum. Farna kappingarár bjargaði liðið sessinum í Premier League við einum ótrúligum endaspurti. Hetta siga mær, at spælararnir halda til nógv. Og hví kunnu vit ikki halda fram við at renna, og renna, og renna? Vit eru sum Forrest Gump, staðfestir Claudio Ranieri, og sipar til legendariska filmin við Tom Hanks (myndin) í høvuðsleiklutinum, har Forrest Gump í tí eina partinum av filminum bara rennur og rennur.

 

- Spælarnir vita, at vit gera tað gott, men vit hava ikki rokkið máli okkara enn. Men so leingi spælararnir og høvuðsvenjarin kunnu gleða viðhaldsfólkini hjá Leicester er tað fantastiskt, sigur Claudio Ranieri við enskar miðlar.

 

Næstu dagarnir verða avgerandi fyri oddastøðuni hjá Leicester City í Premier League. 2. jóladag klokkan 15 spælir Leiceser City á útivølli ímóti Liverpool. Mánadagin 28. desember. Týsdagin 29. desember klokkan 19.45 tekur Leicester City ímóti Manchester City á heimavølli.