Føroya størsta leiðsluráðstevna GLS - The Global Leadership Summit - verður nú fyri 10. ferð í Norðurlandahúsnium. Ráðstevnan verður fríggjadagin og leygardagin 19. og 20. januar.
Endamálið við ráðstevnuni er at geva leiðarum íblástur og amboð til at gerast enn betri leiðarar, har teir eru. Fyrilestrahaldararnir hava ymiskar viðkomandi vinnuligar og andaligar førleikar, ið á hvør sín hátt kveikja og bjóða einum av.
Føroyska íkastið hesaferð verður Uni Rasmussen. Uni er 49 ára gamal søldfirðingur, sum býr í Norðragøtu. Í sínum ungu døgum arbeiddi hann sum bilmekanikari, og sum 21 ára gamal gjørdist hann blindur í einum bilóhappi. Nøkur ár seinni tók hann útbúgving sum vøddamýkjari, og arbeiðir nú sum sjálv støðugur vinnurekandi. Umframt tað hevur Uni seinastu árini verið stjóri á Hotel Runavík, og hann er eisini býráðslimur í Eysturkommunu.
Útlendsku fyrilestrahaldararnir eru m.a. Bill Hybels, stovnari av Willow Creek í Chicago, Sheryl Sandberg, framleiðslustjóri á Facebook, Marcus Buckingham, metsøluhøvundur, Joni Tada, stovnari og fyrisitingarstjóri av Joni and Friends International Disability Center, Laszlo Bock, høvuðsráðgevi á Google o.fl. Hesir verða allir vístir á stórskíggja.
Fyrireikarnir vænta fult Norðurlandahús, men siga at nøkur pláss enn eru tøk.