Leiðslan í Taks koyrd til hús

Fíggjarmálaráðið hevur gjørt semju við stjóran og fyrisitingarstjóran á Taks um, at tey fara úr sínum størvum Orðingin ?úr sínum størvum? verður brúkt, men avgerðin kann ikki annað enn tulkast sum tvær uppsagnir. Serliga tá hugsað verður um, at nógv rok hevur verið á Taks seinastu tíðina. Hetta rok verður eisini umrøt í brævinum frá Fíggjarmálaráðnum:

Ráðið skrivar:

-Vísandi til, at trupulleikar hava verið í samstarvinum hjá ovastu leiðsluni á Taks, hevur Fíggjarmálaráðið verið inni í málinum, og er nú semja gjørd um, at nýggj leiðsla skal setast.

Fíggjarmálaráðið fer nú at søkja eftir nýggjari leiðslu til Taks, og til nýggj leiðsla er sett, verður fyribilsstjóri settur.