Orsøkin er tann nógva umtalan av Sernámsdeplinum, sum hevur verið seinastu vikurnar.
Eftir at landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum seinasta týsdag segði við Sosialin, at hann fór at seta ein bólk at kanna viðurskiftini á Sernámsdeplinum, avgjørdu leiðarnir á stovninum at siga seg úr starvi.
Marita Petersen hevur verið leiðari á stovninum, síðani hann sá dagsins ljós fyri næsta trimum árum síðani, og Ása Ellefsen hevur verið skúlaleiðari.
- Eg havi ikki sagt meg úr starvi, tí eg eri bangin fyri eini kanning, men tí at eg ikki dugi at síggja nøkur útlit fyri at fáa skipað viðurskifti at arbeiða undir fyrstu nógvu árini, sigur Ása Ellefsen.