Teir sjúklingar sum hildu, at niðurleggingin av kommunulæknavaktini í Norðuroyggjum varð endin á javna álopinum á sjúklingatrygd í Norðuroyggjum noyðast tíverri út í enn størri vónloysi. Nú verður leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eisini tikin av ræði.
Settur verður nú ein heilsuverkstjóri í Heilsumálaráðnum, sum skal taka sær av starvsfólkamálum, fíggjamálum, hølisviðurskiftum, rakstri og annars hava rætt til at taka stig innan øll øki á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Tað vil siga, at hesin heilsuverkstjóri kemur at loysa úr starvi og seta starvsfólk á Klaksvíkar sjúkrahúsi, hann kemur at taka avgerð um játtanina til Klaksvíkar Sjúkrahús og hava myndugleika til at flyta peningin til annað sjúkrahús, um hann heldur tad vera betri. Hann kann niðurleggja kanningar og viðgerðir, og hann skal taka sær av rakstrinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Her verður onki eftir til leiðsluna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi at taka sær av, og verður hon sostatt broytt til eina skrivstovu undir stjóranum.
Eg kenni tað sum mín rætt og plikt at kunna borgarnar um hetta.