Leiðslan eigur at virða serkunnleika sjúkrasytranna


 

Jenis av Rana

løgtingslimur og lækni


Áheitan á Sjúkrahúsleiðsluna, Almanna & Heilsumálastýrið og Landsstýrismannin í Almanna & Heilsumálum í sambandi við støðuna á Landssjúkrahúsinum.

Harmuligt er aftur at vera vitni til ófrið á heilsuøkinum, eitt øki, har friður man verða millum fremstu mál fyri at røkka endamálinum- heilsu, trivnaði og trygd sjúklinganna- og teirra, ið har starvast.

Fram um alt eigur avgerð sjúkrasystranna um at siga seg úr starvi at síggjast sum eitt róp um hjálp. Leggið til merkis, at talan er ikki um starvsfólk við stuttum royndum, tvørturímóti hava vit við sjúkrasystrar at gera, sum útfrá drúgvum arbeiðsroyndum innan heilsuverkið mugu metast at vera fremstu serfrøðingar vit eiga á økinum. Tí áttu ávarðingar og umbøn teirra um batar at verða tikin ímóti við takksemi. Og ístaðin fyri drál, avísan og beinleiðis niðurgerðan, eiga tær stóra tøkk uppiborna, og í tøttum samstarvi átti hetta mál at verða loyst- stillisliga og innanhýsis.

At 18 av 23 sjúkrasystrum siga seg úr starvi, summar av teimum eftir drúgvar starvsroyndir, enntá í ringastu kreppuárum, er hagtal, ið talar tíðuligari enn orð.

At sjúkradagatal sjúkrasystranna er 32 pr. ársverk átti fyri langari tíð síðani, og uttan at sjúkrasystranar skuldu havt fyri neyðini at boða frá, at fingið leiðsluna at sett grundleggjandi kanningar í verk av arbeiðsumstøðunum.

At kr. 532.000 vórðu brúktar seinasta ár at løna tímaløntum sjúkrasystrum, er eitt hagtal við rannsakandi boðskapi um arbeiðsviðurskifti sjúkrasystranna.

Hinvegin siga hagtøl frá donskum sjúkrahúsi lítið og einki, so leingi leiðslan ikki upplýsir neyvt hvør deildin er, sammett verður við, tí neyvan megnar tú at finna deild við so tyngjandi og ymiskt samansettum sjúklingabólki, sum tann deildirnar á sjúkrahúsum okkara rúma. Til kunningar kann nevnast, at vit hava við eina deild at gera, har tungir røktarsjúklingar javnan liggja, har viðgerðin av krabbameinssjúkum er miðsavnað, har allar maga- og tarmsjúkur verða viðgjørdar og har viðgerðin av innløgdu sukursjúkusjúklingum fer frem. Harafturat kemur so viðgerð av øðrum akutt innløgdum sjúklingum.

Hagtøl, sum sammeta við støðuna fyri árum síðani, eru heldur ikki eftirfarandi, tí meðan sjúklingurin seinast í 80`unum t.d. hevði møguleika at koma seg heilt undir innleggjan, verður hesin í dag útskrivaður, so skjótt ráðiligt verður mett. Hetta førir sjálvsagt við sær, at røktartyngdin av teimum innløgdu er nógv størri nú enn tá.

Men samanumtikið átti, sum nevnt, tann veruleikin, at 18 dugnalig starvsfólk siga seg úr starvi, tí tær ikki orka meira, at verið nóg greið boð í sjálvum sær til leiðsluna um ótolandi arbeiðsviðurskifti!

Inniliga áheitan undirritaða, sum løgtingslimur og við innliti í arbeiðsøki sjúktasystranna, er at leiðslan virðir serkunnleika sjúkrasytranna, við m.a. at seta tvey starvsfólk beinanvegin og játta tey neyðugu tól, sum tørva. At hetta møguliga viðførðir krøv frá øðrum deildum er møguligt, men skuldi so verið, og eru tey krøvini eins væl grundaði, sum krøv teirra á B6, er jú laga manni at gera eina góða gerð einaferð enn. Uppgávan, at fáa til vega neyðugu fíggingina, verður politikkaranna og átti hendan ikki at verið trupul at loyst- í ríkastu tíð Føroyar vita um.