Leiðin gongur aftur til Svangaskarð

Einasti undankappingardysturin hetta landsliðsárið skal leikast á Svangaskarði, men sambært formanninum í Fótsbóltssambandinum hevur hetta einki at gera við, at FSF ikki hevur álit á tórsvallaverkætlanini

Í farnu viku tók Fótbóltssambdni avgerð um, at teir báðir dystirnir, sum føroyska A-landsliðið skal spæla í ár, verða býttir javnt millum teir báðar altjóða leikvøllirnar, Tórsvøll og Svangaskarð.

Sostatt verður dysturin móti dønum leiktur á Tórsvølli, meðan Slovenar, sum Føroyar hitta í HM-undankappingini, skulu vitja Svangaskarð 3. september.


Eingin ósemja

Tað hevur ljóðað, at orsøkin til avgerðina er, at ov nógv ivamál eru í Tórsvalla verkætlanini til, at FSF torir at leggja altjóða dystirnar her, men hetta verður avsannað úr bæði Tórsvallagrunninum og FSF.

Poul Michelsen sigur við Sosialin, at honum kunnugt eru eingi ógreið viðurskifti í samstarvinum millum Tórsvøll og FSF, men at partarnir tvørtur ímóti júst hava fingið pappír upp á hvønn annan, fyri at øll viðurskifti skulu verða so greið sum gjørligt.

Víðari sigur hann, at hann ongantíð hevur roknað við, at allir altjóða dystir Føroya skulu leikast á Tórsvølli.

Torleif Sigurðsson, formaður í Fótbóltssambandinum, sigur eins og Poul Michelsen, at eftir hansara tykki er ikki talan um nøkur ógreið viðurskifti. Einasti luturin, sum enn ikki er komin upp á pláss, er hvør skal hava ognarrættin til bygningin, sum í løtuni er undir ger.

Hetta hevur tó ongan praktiskan týdning, men er so at siga bert ein spurningur um fordeiling av inntøkum og útreiðslum greiður fótbóltsformaðurin frá.

Týdningarmikið við tveimum vallum

Torleif leggur afturat, at hansara tykki er tað av stórum týdningi, at Føroyar hava tveir vallir, sum báðir lúka tær altjóða ásetingar, sum er galdandi.

Havadi í huga tað økta virksemið, sum føroyingum hevur verið fyri í altjóða høpi seinastu árini, er heldur einki at ivast í, at tørvur er á minst tveimum vallum.

A-landslið, U-landslið og dystir hjá fótbóltsfeløgum í altjóða høpi gera sítt til, at eftirspurningurin eftir grasinum økist, og tískil er sera týdningarmikið, at slitið á grøna undirlagið verður minkað nakað.


Arbeiði heldur fram

Annars frættist frá grunninum Tórsvøllur, at arbeiði við liðugt gerðini av vøllinum heldur áfram í ár, og sum skilst, eru flestu viðurskiftini fingin í rættlag, tá summarið fer at nærkast.

Poul Michelsen greiður frá, at í vár verður farið undir at gera trappur og WC liðug. Seinastu áskoðaraplássini, sum ætlandi skulu verða framman fyri bygningin, verða ikki sett upp enn, tí hetta vildi órógva arbeiði í sjálvum bygninginum.

Júst nær bygningurin verður liðugt gjørdur vistu hvørki Torleif Sigurðsson ella Poul Michelsen, men FSF formaðurin helt fyri, at tað helst hevur stóran týdning, at farið verður undir hetta arbeiði innan alt ov langa tíð.

Í løtuni er støðan tann, at Tórsvøllur hevur fingið undantaksloyvi, soleiðis at skiftirúmini hjá HB og B36 kunnu nýtast til altjóða dystir, men enn er ikki greitt, hvussu leingi hetta undantaksloyvi stendur við.


Ikki góða byrjan

At enda nevna teir báðir, at teir nú vóna, at friður verður um Tórsvallarmálið. Báðir eru teir samdir um, at vøllurin hevur fingið eina sera baldruta byrjan, har so at siga alt hevur gingið ímóti.

Røddir hava verið frammi um, at ov fáir áskoðarar hava verið til dystirnar, men hetta er eisini tengt at, undir hvørjum umstøðum hesir hava verið leiktir.

Regn og vindur hevur verið so at siga hvørja ferð, og tá dystirnir samstundis hava verið sjónvarpaðir út til allar stovur í landinum, er lítið at siga til, at nógv fólk hava aftra seg við at fara til dystirnar.

Harumframt leggur Poul Michelsen afturat, at prísurin á atgongumerkjum varð settur upp, tá dystirnir vórðu lagdir á Tórsvøll, og eftir hansara tykki hevur hetta eisini ávirkað áskoðaratalið skeivan vegin.