Leiðin er greið, tá lagt verður frá kei

Nýggjasta tilboðið til innrættingarhugaðir føroyingar er eitt longt vikuskifti við Norrønu til Bergens, har starvsfólkini í IKEA standa við opnum ørmum og taka ímóti.

Í trá við nýggjasta rákið innan sús og hús og skaálán, verður nú ein nýggjur kapittul skrivaður inn í shoppingarsøgu føroyinga. Tí, fyrsta vikuskiftið í november fremja føroyingar eina friðarliga og óvápnaða, men kortini kostnaðarmikla hertøku av norska stórbýnum Bergen. Innrásin verður skipað av keypshugaðum húsfrúm, harav onkur teirra helst tekur mannin við - um ikki sum spýggjubakkaheintari, so í øllum førum sum berari.
 
IKEA  here we come!!
Í lýsingarátakið hjá Smyril Line, er nýggjasta tilboðið eitt longt vikuskifti við Norrønu til Bergens, har eitt nú starvsfólkini í IKEA standa við opnum ørmum og taka ímóti. Ein heilan dag sleppa fólk at keypa í handilshúsinum, og úti á parkeringsøkinum stendur ein stór bingja, við áskriftini: FAROE ISLAND, har til ber at lossa allar vørurnar uppí  líka frá sofum til køkar.
Úr Bergen verður skemtandi tikið til, at bæði IKEA og H&M hava bílagt eyka partí av vørum úr nýggjastu vetrarkollektiónini, tí norðmenn eru ávaraðir um stimarnar av føroyingum, sum fara at jolla sær inni á meginlandinum hetta longda vikuskiftið.
 
Katalogmentanin
Nógvir føroyingar nýta í minsta lagi ein dag av Danmarkarferðini í Ikea í Tåstrup. Men tá eru vit ofta avmarkað av, at vørurnar mugu flytast við bussi og toki heim í býin og út á flogvøllin. Tí endar tað ofta við smátingum, lampum og gardinum ella onkrum hissini køksluti.
Ella vit sita heima og ynskja okkurt úr árliga kataloginum, sum boðar frá einum familjuvinarligum, sólbrendum og eydnuríkum IKEA-fólkaheimi. Og hvønn stíl skal eg velja? Svenskan skergarð, polkaprikkar, nostalgi, vintage ella retro? Máti upp og skrivi niður, upp og niður, ROGER ella ARON, hvønn skal eg velja?
 
Eg eigi IKEA
Men alt hetta er ikki tað sama sum at uppliva eitt veruligt IKEA-handilshús, sum onkursvegna er so dragandi, við sínum sermerkta dámi, ljóst, friðarligt og dreymakent. Siðbundið við svenskum kjøttbullum og eyðkendum merkiseðlum, har upplýst verður, hvar í goymsluni vøran er at finna. Nýmótans og einfalt, men samstundis persónligt.
Og so er tað púra ógjørligt ikki at lata seg freista av fagurtlittum plastkrússum við 12 í pakkanum, serviettum fyri eina tíggjukrónu, elskuligum baðifyrihangum við naivistiskum djórum ella einum skríggjandi grønum upptrekkjara, sum stendur sjálvur. Og fyri ikki um at tala: barnadeildin, sum ongin í Føroyum røkkur upp til knýggja...
Helst er tað samanrenningin av einfalda sniðinum, bíligu prísunum og einum sterkum brandi, sum ger, at eg fái hug at vitja IKEA aftur og aftur. Tí okkurt innan í mær sigur, at IKEA er mín handil. Og eg kenni ikki eina kvinnu, sum ikki kundi brúkt meira pening enn hon eigur, í einum IKEA handilshúsi.
Heimafturkomin er hent at hava onkran góðan undir liðini, tá brúnu pappeskjurnar verða latnar upp og stovan fyllist við flamingokúlum og hvar fór nú hobbyknívurin? Og undan kavi kemur reólveggurin í fimm túsund bitum, sum skulu setast saman. Tí ongin kvinna er heil, fyrr enn hon eigur sína egnu og persónligu skrúvumaskinu!
 
--
 
Hanna Mohr Muller, úr Havn, við dótrini Rebekku
 
Eg kundi væl hugsað mær at farið ein túr við Norrønu til IKEA í Bergen. Fari altíð í IKEA, tá eg eri niðri, tí vørurnar har eru lekrar og bíligar. Vanliga bíleggi eg katalogið á netinum, so eg veit altíð, hvat er at fáa. Vit eiga nógvar lutir, sum eru keyptir í IKEA, men tað er eitt sindur keðiligt, tá man fer niður, tí tá er avmarkað, hvat tú fært tikið við heim, tá tað skal við í flogfarið.
 
 
 
Helga Hansen úr Havn, situr í Snarskivuni
 
Eg havi ofta shoppa í IKEA, tá eg eri niðri. Mest smáting og lampur, og ikki stórar møblar. Har er bíligt og vøruúrvalið er nógv størri enn í Føroyum, tí her selja øll stórt sæð tað sama. Haldi avgjørt tað hevði verið spennandi at farið við ein IKEA-túr til Bergen.