Thomas Magnussen er 42 ár og er útbúgvin løgfrøðingur. Hann hevur seinastu árini starvast í Fíggjarmálaráðnum, sum deildarstjóri á Lønardeildini.
Harafturat hevur hann starvast sum fulltrúi á landsskrivstovuni frá 1994-1997, og varð fyribilssettur stjóri á Strandfaraskipum Landsins frá 1992-1994.
Thomas Magnussen hevur annars royndir sum skeiðhaldari á Skeiðsdeplinum.
Tað er ikki endaliga avgjørt, nær Thomas Magnussen byrjar í starvinum, men tað verður helst í februar 2005.










