Leiðari settur í Rásini í Runavík

Mentamálaráðið hevur sett Morten Hust Petersen í starvið sum leiðari fyri skúlatilboðnum til ung við breki, Rásin, í Runavík Morten Hust Petersen er 33 ára gamal og hevur útbúgving sum námsfrøðingur frá Esbjerg Seminarium í 2000 við ítrótti sum linjugrein.

Frammanundan hevur hann tikið HTX-útbúgving á Fredericia/Middelfart Tekniske skole. Síðan august 2007 hevur hann millum annað virkað sum venjari hjá handbóltsfelagnum VÍF í Vestmanna.

Morten Hust Petersen tekur við starvinum beinanvegin.