Amerikanskar fregnartænastukeldur vilja vera við, at ein av teimum ovastu leiðarunum í Al-Qaeda í Pakistan er deyður. Talan er um egyptan Mustafa Abu al-Yazid, og sambært amerikanarunum doyði hann í einum rakettálopi á mál í Pakistan fyri stuttum.
Amerikonsku keldurnar siga, at Al-Yazid varð hildin vera ovasti fyri Al-Qaeda í Afghanistan, samstundis sum hann var triðovastur í leiðsluni í øllum Al-Qaeda.
- Hann var ein av høvuðsmonnunum í Al-Qaeda, og hann hevði tætt samband við teir báðar ovastu leiðararnar í felagsskapinum, Osama bin Laden og Ayman al-Zawahiri, sigur ein yvirmaður í amerikonsku fregnartænastuni CIA við tíðindastovuna AP.