Almenn móttøka verður í Müllers Pakkhúsi í morgin, fríggjadagin klokkan 15.00.
Hetta er í sambandi við, at Anna Brimnes eftir 35 ár í starvi sum býarbókavørður fór
frá tann 1. september, og at Svend Højgaard samstundis tók við starvinum sum nýggjur
leiðari.
Tað eru Býarbókasavnið og Tórshavnar kommuna, sum bjóða til almenna móttøku í
Müllers Pakkhúsi.