Triðja árið á rað skipar Synergi fyri Ársins Leiðaradegi, har leiðarar og fólk við áhuga fyri leiðslu kunnu dagføra seg innan altjóða leiðslurák og viðlíkahalda og skapa leiðslunetverk.
Høvðustemaðið í Hotel Føroyum í dag er rekruttering, trivnaður og fasthaldan av starvsfólki. Kappingin um tey góðu starvsfólkini er hørð í dag, og tí er týdningarmikið at vita, hvat skal til fyri at fáa starvsfólk at trívast. Er tað sirkus, stórar veitslur, uttanlandsferðir, bowling ella tosa vit um spennandi arbeiðsuppgávur, góða løn, viðurkenning og fleksibilitet? Hetta vóru nakrir av spurningunum, sum vórðu viðgjørdir í dag.
Kendi leiðsluserfrøðingurin og best-seller rithøvundurin John Evan Jones var komin til Føroya at geva sítt boð uppá, hvat skal til. Hin útlendska stjørnan var HR-mennarin og rithøvundurin, Poul Kristian Mouritsen, sum hevði fyrilestur um Blue Ocean Strategy hugtøkini, har dentur verður lagdur á ikki at brúka orku upp á kappingarneytar, men heldur skapa sær sína egnu leið út á víða havið, har fá onnur eru.
Kværulantar og útlendingar
Eitt av heitu politisku spurningum seinasta árið, um føroyskar fyritøkur skulu hava møguleika at fáa útlendska arbeiðsmegi ella flyta arbeiðspláss út av landinum, var eisini viðgjørdur á leiðaradegnum, har millum annað Meinhard Jacobsen frá Føroya Fiskavirking, Marita Rasmussen úr Vinnuhúsinum, Sonja Jógvansdóttir umboðandi Føroya Arbeiðarafelag og Edvard S. Remberg, stjóri á menningardeildini hjá formula.fo viðgjørdu evni í sofapráti.
Men leiðarar skulu ikki bara stríðast við manglandi starvsfólk. Á flestu arbeiðsplássum eru sokallað kværulantar, starvsfólk, sum bara grenja og forpesta arbeiðsmentanina. Í sofaprátinum um hvat gerast skal við kværulantin sótu Turið Debes Hentze, advokatur, Niels Christian Nolsøe, stjóri í Elektron og Mads Winther, fyrverandi stjóri í Studentaskúlanum í Hoydølum.
Ársins leiðari
Hæddarpunktið á degnum var utta iva útnevningin av ársins leiðara. Hetta hendi eftir, at dagsins blað fór til prentingar, so vit hava ikki vinnaran í blaðnum. Tó kunnu vit avdúkað, at tríggir leiðarar vóru um boðið, Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum, Jóhanna á Bergi, stjóri á Faroe Ship og Christian Nagata, stjóri á Nema og ReproZ. Undanfarnu árini er heiðurin farin til Andras Róin í 2007, Marner Jacobsen í 2006 og Magni Arge í 2005. Tey árini vóru grundgevingarnar fyri heiðurin millum annað: miðvís førleikamenning, starvsfólkatrivnaður, nýhugsan, málrættan og nýhugsan.