Nevn tríggjar eginleikar hjá einum góðum leiðara.
Hvør er tann størsta avbjóðingin hjá leiðarum í Føroyum í dag?
Hvørja fyrimynd hevur tú sum leiðari?
Hetta eru nakrir av spurningunum, fimm kendir føroyskir leiðarar fara at svara á Ársins Leiðaradegi 2005 á Hotel Føroyum 27. januar. Tað er skeiðsfyritøkan Synergi, sum skipar fyri degnum, sum endar við at luttakarnir fara at velja Ársins føroyska leiðara 2005 og peika á eina útlendska leiðslufyrimynd.
Gamaldags leiðslur og nýhugsan
Dagurin verður annars skipaður við eini røð av fyrilestrum um leiðslu og leiðsluhættir. Millum annað spyr Jan Willemoes, arbeiðspsykologur, hví tað er so torført hjá starvsfólkum at samskifta uppeftir, og hvørjar avleiðingarnar av vantandi samskifti eru. Fyrilesturin hjá Jan Willemoes, sum hevur heitið ?What´s the problem??, fer í dypdnina við afturvendandi klaguni hjá starvsfólkum um, at tey onki fáa at vita frá leiðsluni, men heldur fáa alt at vita gjøgnum fjølmiðlarnar. Eru starvsfólkini bara seint uppfatandi, ella eru leiðslur í Føroyum gjøgnumgangandi afturlatnar og gamaldags?, spyr Willemoes í eini roynd at svara hesum spurningi.
?Grava eftir gullinum? er heiti á fyrilestri hjá Thomas Johansen, sum skýtur upp, at starvsfólk halda eyga við tí góða, tey hava gjørt, í staðin fyri at leita eftir trupulleikum. Hugsa vit um, hví ein dagur eydnaðist væl, og hvat vit gjørdu øðrvísi, hava vit eina successsøgu, og tað er henni, vit skulu læra av, sigur Thomas Johansen, sum starvast sum systemiskur ráðgevi og coach hjá MacMann Berg.
Ársins leiðari
Millum føroysku fyrilestrahaldarnar verður eisini høvi at hoyra Ullu Joensen, fíggjar- og fyrisitingarleiðara á Elektron, greiða frá útbúgvingarskipanini hjá fyritøkuni. Ulla fer at greiða frá, hví Elektron hevur lagt so nógva orku í førleikamenningina hjá starvsfólkunum, og hvussu skipanin hevur roynst hesi tvey árini, hon hevur virkað.
Sum kunnugt gjørdist Reyni Service Ársins Virki á Vinnudegnum 2004 fyrr í ár. Krøvini hjá dómsnevndini vóru hørð, og á Leiðaradegnum fáa luttakarnir høvi til at hoyra meir, um hvussu júst hendan fyritøkan livdi upp til krøvini.
Leiðaradagurin endar við, at luttakarnir fara at velja Ársins Leiðara 2005 og siga sína hugsan um aðrar leiðslufyrimyndir.
Aðrir fyrilestrar á skránni hendan dagin eru:
?Úrslitaorienterað leiðsla ? Ikki ov nógv bleyt virði? við Vibeke Ib, HR-leiðari hjá Thrane & Thrane.
?Hevur sjálvsleiðsla týdning í leiðsluhøpi?? við Jens Wang, løgfrøðingur.
Framtíðarscenarie ? ?Creative Man? við Axel Olesen, adm. stjóri á Institut for Fremtidsforskning.