Í morgin fer amerikanski forsetin, Barack Obama, at hava fund við ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu, og palestinska forsetan, Mahmoud Abbas. Teir tríggir hittast, nú Netanyahu og Abbas koma til USA í sambandi við tann árliga aðalfundin hjá ST.
Embætismenn í Hvítu Húsunum siga við BBC, at á fundinum fer Obama at eggja hinum báðum til at taka friðarsamráðingarnar uppaftur.
Avgerðin hjá ísraelsku stjórnini um at byggja fleiri hús afturat á Vestara Áarbakka er eisini eitt evni eins og søgurnar um ógvusliga ísraelska framferð í Gaza-krígnum.










