Leið 410 koyrir aftur

Í gjár frættist, at leið 410 brádliga ikki koyrdi longur millum Fuglafjørð og Gøtudal, tí bussfelagið hjá Andreassi Poulsen hevði lagt arbeiðið frá sær uttan ávaring.  Men nú eigur leið 410 at koyra sum vanligt, sigur Andras Jensen, samferðsluleiðari á Strandfaraskip Landsins.

Andras Jensen, samferðsluleiðari á Strandfaraskip Landsins, sigur, at SL longu hevur gjørt avtalu við eitt annað bussfelag, og at bussfelagið hjá Andreassi Poulsen ikki sleppur at koyra leið 410 longur:
- Um eg skal vera púra erligur, veit eg ikki nágreiniliga, hvør trupulleikin var í gjár, men óivað eru tað pengar, ið eru atvoldin. Men málið er liðugt og avgreitt, og vit fara ikki at granska meira.
 
- Vit kunnu á ongan hátt góðtaka, at ein arbeiðstakari leggur arbeiði frá sær á henda hátt, tí tað ávirkar viðskiftafólkini hjá okkum. Bussfelagið hjá Andreassi Poulsen koyrir tó enn á øðrum leiðum, men har hava vit ein sáttmála, so á teimum leiðunum verður eingin trupulleiki.
 
- Tað er sera umráðandi, at hetta ikki hendir aftur. Leið 410 eigur at koyra sum vanligt nú, sigur Andras Jensen.
 
Andreass Poulsen hevur leingi roynt at fingið sáttmála og pengar í lag, men tá eingin avtala lá fyri framman, valdi hann at gevast at koyra:
- Eg havi roynt at fingið allar avtalurnar í lag síðan leið 410 byrjaði at koyra. Strandfaraskip Landsins ætlaði at kroysta alla leiðina yvir á leið 400 uttan at tosa við leiðaran har, og tí valdi eg at gevast, og teir sendu meg til hús, sigur ein ónøgdur Andreass Poulsen.