Klaksvíkar kommuna skrivar, at avtalan, sum tær tríggjar kommunurnar, Leirvíkar-, Fuglafjarðar- og Klaksvíkar kommuna hava havt við Strandfaraskip Landsins, um felags bussflutning, hevur hepnast so væl, at avgerð er tikin um at leingja samstarvið.
Endamálið við samstarvinum um rutuna er at knýta býir og bygdir í økinum við Norðoyatunnilin nærri saman, og at samskipa lokalu flutningsruturnar við rutunetið hjá Strandferðsluni. Sáttmálin fevnir um flutning av íbúgvum, skúlabørnum og skúlaungdómi. Tað ferðast umleið 6.000 fólk mánaðarliga við leið 410.