Áleið 2.500 áskoðarar

Tað sigur formaðurin í Víkingi

Í gjár var ársins dystur í bestu mansdeildini í fótbólti higartil, tá oddaliðini Víkingur og KÍ spældu í Sarpugerði. Tað er ivasamt um tað hava verið fleiri áskoðarar til dyst í Gøtu enn í gjár.

 

- Við øllum meta vit, at talan er um áleið 2.500 áskoðarar, sigur Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi.

 

Felagið hevði gjørt nógv burturúr undan dystinum við millum annað at leggja plattar kring vøllin, so fólk kundu standa í fleiri rekkjum og framvegis síggja.

 

- Eg vildi mett, at tað hava verið ein hundrað fólk og hjálpt til at fáa hendan dystin at koyra sum hann skal, segði Brandur Jacobsen í samrøðu við Rás2 undan dystinum.

 

KÍ vann dystin 2-1, eftir at Víkingur var á odda 1-0 í hálvleikinum.