Lehmann heldur fram

36 ára gamli málmaðurn Jens Lehmann heldur fram á týska landsliðnum eftir HM-endaspælið í summar. Argasti kappingarneytin hjá honum, Oliver Kahn, hevur boðað frá, at hann gevst á landsliðnum, men eftir ein fund millum nýggja landsliðsvenjaran, Joachim Løw, og Lehmann er niðurstøðan tann, at Lehmann skal halda fram.
Jens Lehmann hevur í nógv ár staðið í skugganum av Oliver Kahn, og tí brennir hann fremvegis fyri at spæla fyri týska landsliðið, hóast er komin nakað upp í árini sum málmaður.