Lehman Brothers gevur ikki donskum bankum trupulleikar

Mánadagurin 15. september er daprasti dagur á amerikanska partabrævahandlinum, síðani 11. september í 2001, sum var dagurin tá terrorálopið gav partabrøvunum ein ordans smekk. Støðan var sera spent, tá handilin í Waal Street lat aftur kl. 21 okkara tíð í kvøld.

Í Danske Bank verður alt millumverandi við Lehman Brothers endavent, eftir at amerikanski bankin er farin á húsagang. Tað eru nógvir ókendir faktorar, men vit rokna ikki við at missa pengar, verður sagt í Danske Bank.

Hinvegin hevur Svenski Handelsbankin lánt 140,6 míll. dollarar til Lehman Brothers og Den Norske Bank hevur lánt bankanum 25 mill. dollarar.

Av bankunum í Europa er tað tann franski bankin BNP Parisbas, sum hevur lánt mest til Lehman Brothers, har er talan um eitt lán uppá 250 mill. dollarar, men hvussu trygdin er fyri láninum, verður einki sagt um enn.