LEGO er kongur á leikumarknaðinum

LEGO hevði sítt besta ár nakrantíð í 2008. Avlopið í fjør var fýra ferðir so stórt sum árið fyri. Útlitini fyri 2009 eru eisini góð Avlopið hjá donsku leikufyritøkuni var 1,352 milliardir krónur - og tað er fýra ferðir so stórt avlop sum í 2007.

So at siga allir marknaðir hjá LEGO høvdu vøkstur í fjør, men í enskt-talandi londunum var størsti vøksturin.

Tað eru góðu, gomlu LEGO-klossarnir sum selja best, men eisini nýggjari leikur, sum eru gjørdar til Star Wars og Indiana Jones filmarnar, seldu heilt væl.

Hóast niðurgongd er í búskapinum, eru útlitini hjá LEGO fyri 2009 góð. Fyritøkan roknar við enn størri sølu í ár.