Viktor Orban er einasti leiðarin í ES, sum hevur varðveitt eitt gott samband við stjórnina í Russlandi eftir russisku innrásina í Ukraina í februar 2022.

Leggur Nato undir at draga Ungarn upp í kríggj

- Hetta er líka so høpisleyst, sum um ein sløkkiliðsmaður roynir at sløkkja ein eld við eldvarpara, sigur Viktor Orban.

Viktor Orban er einasti leiðarin í ES, sum hevur varðveitt eitt gott samband við stjórnina í Russlandi eftir russisku innrásina í Ukraina í februar 2022.

Forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orban, leggur nú Nato undir at draga Ungarn upp í kriggj.

Hann samanber støðuna við seinna heimsbardaga.

- Tað er høpisleyst, at Nato dregur okkum sum lim í verjusamgonguni inn í ein heimsbardaga í staðin fyri at verja okkum.

Viktor Orban vísir á, at hetta er líka so høpisleyst, sum um ein sløkkiliðsmaður roynir at sløkkja ein eld við einum eldvarpara.

Hetta sigur hann í samrøðu við eina radiostøð í Ungarn í dag.

Í vesturheiminum hevur verið funnist at ungarnska forsetanum fyri ikki at vilja senda vápn til Ukraina.

Hann hevur heldur lagt upp til friðarsamráðingar millum ukrainskar og russiskar myndugleikar.