Leggur kanska sigarettirnar á hillina

Lættari at gevast við at taka heroin, enn at gevast at roykja, sigur Keith Richards.

 Keith Richards er kendur sum guitarleikari í Rolling Stones, men eisini, tí at alkohol og sterkari rúsevni hava fulgt honum tætt á hansara longu yrkisleið á rock-toppinum.

 

 

Fyri stuttum segði hann miðlum, at hann nærum var givin at drekka, tó at eitt glas av víni kundi njótast til eina máltíð, og kanska onur Guinness øl fór niðurum onkutíð.

 

 

Og nú roynir Richards at leggja av at roykja, sigur hann við miðlar, skrivar gaffa.dk.

 

 

Men lætt er tað ikki, sambært Richards, ið endurgevur orðini hjá Lou Reed, ið segði, at tað var lættari at gevast við heroini, enn við nikotini.

 

 

Tað er tað sanniliga. At steðga við heroini er ræðuligt, men ikki so longi. Sigarettirnar eru har alla tíðina, og ein hevur altíð havt tær. Eg taki bara sigarettina og festi í, uttan at hugsa um tað, soigur Richards.

 

 

Ronn Wodd fegnast um sunnara liviháttin hjá tónleikafrændanum úr Rolling Stones, sum nú sambært Wood er róligari og opnari fyri nýggjum hugskotum.

 

 

Hoast Richards er 75 ár, er enn ferð á, og hann elskar enn at vera á ferð og á palli, sigur hann, og Stones hava verið í upptøkuhølunum, og nýggj útgáva er væntandi, tann fyrsta við nýggjum tilfari, síðani 2005.