Leggur ikki pensjónistar undir at snýta


 

Sosialurin bar í gjár tey tíðindi, at lógin um stuðul til heilivág varð misnýtt av pensjónistum. Í tí sambandi varð Petur Oluf Joensen, apotekari á Tjaldurs Apoteki í Havn, endurgivin fyri at siga, at tey á apotekinum hava meira at gera um ársfjórðingsskiftið.

Av tí at fleiri hava fingið ta fatan, at tað er Petur Oluf Joensen, sum leggur pensjónistar undir at misnýta stuðulin, vil Sosialutin sláa fast, at hetta er ikki so.

Hann avsannar sostatt, at hann leggur nakran undir at misnýta stuðulin til heilivág.

Innihaldið í greinini eru orðini hjá blaðnum og ikki nøkrum øðrum.