Íleggjararnir trýsta nevndina hjá HB

(Ljóðsamrøða frá Rás2) André Olsen, ítróttarskrivari hevur fylgt gongdini í HB seinastu dagarnar

Íleggjararnir hjá HB krevja úrslit, og tí hevur nevndin hjá HB verið noydd at handla, og málsetningurin um at byggja spakuligt upp aftur er sleptur, og farið verður meiri yvir til leistin at keypa sterkar spælarar til hópin komandi kappingarár. Hetta er André Olsen, ítróttarskrivari hjá Miðlahúsinum ikki í iva um.

 

André Olsen heldur tó ikki, at tað verða øll í HB, sum verða líka fegin um, at málsetningurin nú brádliga er broyttur hjá felagnum.

 

- Vit síggja uttanlands, at teir pengasterku mennirnir hava stóran avgerðarrætt í fótbólti, og tann tendensin síggja vit nú í føroyskum fótbólti, sigur André Olsen.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við André Olsen í fótbóltspanelinum á Rás2 seinnapartin í dag.