Íleggjarar áhugaðir í Bakkafrost

- Vit eru spent uppá uppgávuna og síggja tað sum eina positiva avbjóðing, at eitt føroyskt felag í eini av okkara høvuðsvinnum nú javnan fer at verða sammett við onnur líknandi feløg uttanlanda, sigur Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Bakkafrostsamtakinum, sum um fáar vikur fer á keypsskálan, børsin í Oslo. Hann sigur víðari: -Áhugin vísir seg at vera stórur fyri felagnum, og tað kunnu vit bara fegnast um. Áhugaðir íleggjarar hava møguleikan til at fáa meira kunning um felagið, tá fundir verða í Løkshøll og í Norðurlandahúsinum í næstu viku.

Hetta og mangt annað sigur Rúni M. Hansen í sendingini Rásrúmdin, sum kemur í Rás2 eftir tíðindini klokkan 17.