Stjórnin í Libya leggur nú Vesturheimin undir at hava stolið av landsins ognum, tí fleiri lond hava lagt hald á pening, sum Libya eigur í vesturlendskum bankum. Sum skilst snýr tað seg um góðar 120 milliardir amerikanskar dollarar.
Libyska stjórnin sigur, at tað er einki løgfrøðiligt grundarlag fyri framferðini hjá Vesturheiminum, og harafturat vil stjórnin vera við, at lond eru farin at lata uppreistrarmonnunum pengar burtur av tí, sum Libya eigur í bankunum.
Abdulhafid Zlitni, sum er fíggjarmálaráðhari í Gaddafi-stjórnini, sigur, at framferðin hjá Vesturheiminum er einki annað enn rán og eitt slag av fíggjarligum sjóráni.