Leggja uppskot fyri Løgtingið um at gera tunnil til Fámjin – beinanvegin

Tað eru løgtingslimir úr fleiri flokkum, sum eru við at leggja uppskotið fram

Mikudagin verður uppskot lagt fyri Løgtingið um at fara undir arbeiðið at gera tunnil til Fámjins – og tað skal vera beinanvegin. Samstundis skal Løgtingið játta pening til endamálið.

 

Bill Justinussen úr Miðflokkinum, sum er ein av teimum, sum leggur uppskotið fram, sigur, at tað verða politikarnar úr teimum flestu flokkunum á tingi, sum leggja uppskotið fram í felag.

 

Hann sigur, at eftir uppskotinum er ætlanin, at nógv umrødda tunlasjakkið hjá Landsverki skal skal gera tunnilin til Fámjns, áðrenn farið verður undir Dalstunnilin. Tað var eisini ætlanin hjá Henriki Old, landsstýrismanni í Samferðslumálum, men løgmaður tók hann av ræðið og hevur gjørt av, at tunnilin til Dals skal gerast fyrst, áðrenn farið verður til Fámjins.

 

Men nú vilja løgtingslimir úr fleiri flokkum so aftur taka málið úr hondunum á Løgmanni, og vilja hava Løgtingið at samtykkja, at Fámjinstunnilin skal vera tann fyrsti tunnilin, sum skal gerast.

 

Løgtingslimirnir visa á, hvussu vandamikil Fámjinsvegurin er og teir halda eisini, at hetta er ein orsøk til, at fólkatalið í Fámjin minkar í stórum. Fyri fáum árum síðani, í 2009, búðu yvir 109 fólk í Fámjin, og í 2014 búðu 100 fólk í Fámjin, men nú eru bara 79 fólk eftir í bygdini, so fólkatalið minkar øgiliga skjótt. Og teir halda, at ein tunnilin kann vera bjargingingin hjá bygdini, og at hon fer at avtoftast, kemur tunnilin ikki nú.

 

Tað er serliga stormur, og kavi, sum gera vegin vandamiklan, tí hetta er kanska tann stormharðasti vegurin í landinum. Men teir halda, at kemur ein tunnil, fer hugurin at búsetast í Fámjin, aftur at veksa.

 

Hinvegin minkar fólkatalið í Dali ikki líka skjótt, tí har búðu 43 fólk fyri 10 árum síðani, og nú eru tey 34 í tali, og hesi síðstu fimm árini hevur tað staðið í stað.

 

Ein tunnil til Fámjins verður 1200 metrar, og harafturat skulu 600 metrar av vegi gerast ørðavíkarmegin og 500 metrar fámjinsmegin, og tilsamans kostar verkætlanin 50 – 60 milliónir.

 

Bill Justinussen sigur, at tað er óskiljandi, at full semja ikki er um at gera Fámjinstunnilin beinanvegin, tí enn stendur bygdin at bjarga. Hinvegin fær Dalur, og allar hinar bygdirnar í Sandoynni, heilt øðrvísi livilíkindi og vakstrarmøguleikar, tá ið Sandoyartunnilin er boraður, sigur hann.

 

Samstundis er Fámjinstunnilin væl styttri enn Dalstunnilin, og er ein hóskandi tunnil hjá tunlasjakkinum at byrja við.