Føroyska Heimsatlasið er at finna í nærum hvørjum heimi í Føroyum. 11.000 eintøk eru seld hesi seytjan árini, síðani atlasið varð prentað.
- Upprunaliga ætlanin við Heimsatlasinum var at geva landalæruni í skúlunum eitt fakligt grundarlag. Við í atlasinum eru landafrøðilig serkort, og tað er eisini nakað, sum verður at fina í nýggja Heimsatlasinum, sigur Birgir Kruse.
Hann roknar við, at flestu fólk hava eina meining um í hvussu er partar av verandi atlasi, og tað eru hesar meiningar, hann fegin vil hoyra.
- Vit hava verið í samband við lærararnar fyri at hoyra, hvat teir meta eigur at verða broytt og hvat er gott við verandi atlasi, og nú er stundin so komin til at fara út til almennningum, at hoyra teirra mining um, hvussu eitt nýtt Heimsatlas skal síggja út og hvat tað skal innihalda, sigur Birgir Kruse.
Í verandi Heimsatlasi var Niels Petersen, sum er stjóri í Føroya Skúlabókagrunni, redaktørur, men tað er litið upp í hendurnar á Birgiri Kruse at verða redaktørr í nýggja Heimsatlasinum.
Og tað verður nýggi redaktørurin, sum skipar fyri fundi um evnið í Miðlahúsinum í kvøld.
Pallborðskjak
Fyrst greiðir Niels Petersen frá um ávís viðurskifti við verandi Heimsatlasi, og síðani fer Jógvan í Lon Jacobsen, formaður í Føroysku Málnevndini, at greiða frá málburðinum í atlasinum. Seinasta innleggið hevur Jonhard Mikelsen, stjóri í forlagnum Sprotin.
Eftir hetta verður kjak við einum pallborðspaneli, og í tí sita Ernst Olsen, sum var seinasti føroyingurin, sum arbeiddi í Føroyingahavnini, Uni Arge, journalistur, og fólka- og miðnámsskúlalærararnir, Rúni Bjarkhamar og Sámal Matras Krstiansen.
- Tað er so, at Føroyska Málnevndin hevur lista yvir øll heimsins lond á føroyskum og hvussu íbúgvarnir í landinum kallast, sigur Birgir Kruse.
Eitt av evnunum í pallborðskjakinum verður spurningurin um í hvønn mun føroyingar hava rætt til at geva støðum og lutum í einum fremmandum landi føroyskt navn.
- Vit vita jú, at føroyingar góvu hvørjari steinpirru í Føroyingahavnini føroyskt navn, og nógva aðra staðni í Grønlandi eisini, so eitt kjak um, hvar markið gongur í so máta verður eisini, sigur Birgir Kruse.
Eftir fundin verður høvi hjá fundarfólkinum at seta spurningar til teir fýra pallborðsluttakararnar og til teir tríggjar fyrilestrarhaldararnar.
- Vit hava eisini savnað saman so mong atlas sum til hevur borið frá londunum uttan um okkum, og meiningin er so, at fundarfólki eftir fundin skal blaða í hesum atlasum og kanska gera sær sína meting av, hvat vit kundu nýtt í nýggja føroyska Heimsatlasinum, sigur Birgir Kruse.
Samstarva
Hann leggur aftrat, at til ber eisini hjá fólki at fara inn á heimasíðuna snar.fo og síðani undir temasíðuna Nýtt Føroyskt Heimsatlas. Har ber so eisini til at siga sína meining um, ella koma við hugskotum um, hvussu nýggja føroyska Heimsatlasið skal síggja út.
- Vit hava ikki tikið nakra støðu til, hvussu atlasið endaliga skal síggja út, ella hvussu nógvar blaðsíður tað skal verða. Verandi Heimsatlas er nøkur og 90 síður, men tað stendur kortini longu nú greitt, at nýggja Heimsatlasið verður munandi talríkari í síðum en tað. Kanska millum 150 og 200 síður, sigur Birgir Kruse.
Hann sigur, at teir samstarva við trý av størstu forløgunum uttan um okkum, sum geva út atlas.
- Talan er um svenska forlagið Liber, um týsla Westermann og um enska Collins Bartolomew, sigur redaktørurin á nýggja føroyska Heimsatlasinum.
Á fundinum í kvøld, sum altso verður í Miðlahúsinum klokkan 19.30, verður ókeypis kaffi at fáa.