Leggja trýst á landsstýriskvinnuna fyri at fáa skil á

Tinglimir í samgonguni vilja hava hana at fáa skil á

Tað er rok í Bústøðum og tað er stór ósemja ímillum formannin í stýrinum, og stjóran – og innanhýsis í sjálvum stýrinum. Tað hevur eisini verið rættiliga umstrítt, at ætlanin er at seta eina nýggja starvsskpan í gildið, har stjórin ikki kann siga nakað um virksemið hjá Bústøðum uttan eftir avtalu við stýrisformannin. Nógv halda, at hetta er óhoyrt, tí hetta bindur stjóran niður og tekur talifrælsið frá honum.

 

Og í morgun er málið eisini reist í Løgtinginum, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í bústaðarmálum, hevur rættiliga staðið fyri skotum, bæði frá tinglimum í andstøðuni, men eisini frá limum í andstøðuni.

 

Helgi Abrahamsen, vildi hava at vita um nøkur ítøkilig ætlan er fyri at fáa skil á, og Bill Justinussen í Miðflokkinum sigur, at sum limur í samgonguni kann hann ikki góðtaka, at klandur skal vera tað, sum er myndin av Bústøðum og tí vil hann hava landsstýriskvinnuna at taka tey stig, sum eru neyðug fyri at loysa trupulleikan.

 

Heðin Zachariasen, tinglimur í Fólkaflokkinum, sigur, at var hendan støðum í einum partafelag, hevði tað borið til at skift nevndina út fyri at fáa arbeiðsfrið. Og tí spyr hann landsstýriskvinnuna um tað ber til at skifta nevndina í Bústøðum út, hóast nevndin er vald fyri tvey ár. Hann sigur, at tað er als ikki nøktandi, at Bústaðir fær eina starvsskipan, sum gevur stjóranum munnkurv.

 

Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin sigur, at stríðið í Bústøðum gagnar ikki bústaðarpolitisku ætlanini hjá landsstýrinum og tí vil hann hava landsstýriskvinnuna at tryggja samgonguni, at trupulleikin verður loystur. Tí spyr hann um tað er ein møguleiki at skifta alla nevndina út fyri at fáa arbeiðsfrið. Hann tekur heldur ikki undir við, at Bústaðir fáa eina starvsskipan, sum gevur stjóranum, sum annars skal mynda felagið úteftir, múlaband.

 

Christian Andreasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin heldur, at tað er óhoyrt at gera eina starvsskipan, sum noktar stjóranum at siga nakað alment alment um virksemið hjá Bústøðum. Tí vil hann hava landsstýriskvinnuna at fáa skil á. Og eisini Edva Jacobsen heldur, at tað átti at verið óneyðugt við eini starvsskipan, har setir stjóranum treytir fyri, nær hann kann siga sína hugsan.

 

Men hóast bæði samgonga, og andstøða vildu hava at vita frá landsstýriskvinnuni, hvørji stig, hon ætlaði at taka, fingu tey ikki nógv at vita. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sigur, at nevndin er vald fyri tvey ár og tí ber ikki til at skifta nevndina út fyrr enn tvey ár eru farin. Hon sigur annars, at hon hevur ikki heimild at leggja seg út í, hvussu stýrið og leiðslan í Bústøðum, skipa seg, so tað fer hon ikki at blanda seg upp í.

 

Men hon sigur, at tað er ikki óvanligt, at ósemjur taka seg upp ymsastaðni, men fyri tað fáa fólk samstarva og hon vónar eisini, at stýrið og leiðsla í Bústøðum, finna stevið aftur.