Leggja trýst á býráðslimir í Havn

Starvsmannafelagið fer nú at pøsa Tórshavnar Kommunu við sakarmálum og felagið vil hava at vita frá hvørjum einstøkum býráðslimi um teir góðtaka støðuna

Trætumál

? Hetta er ótolandi. Men tað er rætt og slætt onki at gera!
Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum staðfestir, at tað nyttar onki at tosa við Tórshavnar Býráð.
Sostatt hevur Starvsmannafelagið nú rætt og slætt uppgivið at at hava samskifti við landsins størstu kommunu.
Men tað merkir ikki, at Starvsmannafelagið bakkar fyri Tórshavnar Kommunu og sleppur øllum trupulleikum.
Tað merkir bara, at nú fer Starvsmannfelagið at pøsa Tórshavnar Kommunu við sakarmálum.

Nyttuleyst at tosa
Tað hevur leingi verið kunnugt, at viðurskiftini ímillum Tórshavnar Kommunu og Starvsmannafelagið eru alt annað enn góð.
? Men tað er púra nyttuleyst at tosa við kommununa. Tí verða øll trætumál hereftir send beinleiðis til rættin.
Og Starvsmannafelagið hevur longu stevnt kommuni í fleiri málum og enn fleiri sakarmál eru á veg.
Mest kent er trætan ímillum Starsmannafelagið og Tórshavnar Býráð um rættin hjá starvsfólki at fara til jarðarferð og til lækna í arbeiðstíðini.
Men hetta er bara toppurin á ísfjallinum, tí tað er ein ørgrynna av øðrum viðurskiftum, sum partarnir eisini eru ósamdir um.
Í løtuni hevur Starvsmannafelagið eini sjey sakarmál ímóti Tórshavnar Kommunu, sum antin eru løgd fyri rættin, ella verða tað í næstum.
Ein meting hjá Starvsmannafelagnum sigur, at hesi málini fara at kosta Tórshavnar Kommunu einar 500.000 krónur í sakarmálskostnaði.
? Hetta eru 500.000 krónur av skattaborgarans peningi, sum Tórshavnar Kommuna ætlar at tveita burtur til sakarmnál, bara tí teir ikki vilja seta seg niður at viðgera ósemjurnar við okkum, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Hann sigur, at ístaðin fyri at taka málini upp við næstu sáttmálasamráðingarnar, roynir býráðið at trumfa sínar loysnir ígjøgnum og tað góðtekur felagið ikki
? Ístaðin misrøkir býráðið sínar skyldur og skattaborgarans pening við at brúka teir í púra óneyðugum sakarmálskostnaði í sambandi við mál, sum Starvsmannafelagið loysir í sátt og semju við aðrar partar, sum vit hava sáttmála við.
Men sum støðan er nú, hópa ósemjurnar seg upp og er onki at gera uttan at leggja málini fyri rættin.

Trýst á býráðslimir
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at Starvsmannafelagið hevur fleiri ferðir gjørt kommununi vart við hesi ótolandi viðurskifti, men einki hevur hjálpt.
Tí hevur felagið nú skrivað hvørjum einstøkum býráðslimi bræv, har greitt verður frá støðuni
? Hóast tað ikki eru teir einstøku býráðslimirnir, sum umsita býráðið, eiga teir ikki at sleppa undan at taka sína ábyrgd av støðuni.
Nú vita teir, huvssu vorðið er og vónandi síggja teir álvaran í hesum. Men lata teir bara standa til uttan at langa nevan í borðið, er tað eisini teirra skyld.
Gunnleivur Dalsgarð kann ikki ímynda sær, at allir 13 býráðslimirnir vilja lata hetta um seg ganga
? Men vit eiga at krevja av teimum, at teir gera vart við sína støðu.
Hann dyilr ikki fyri, at hetta er eisini fyri at leggja trýst á býráðslimir, nú býráðsval stendur fyri durum.
? Vit eiga at fáa at vita frá hvørjum einstøkum býráðslimi, hvat teir standa fyri í hesum føri, so at limir okkara kunnu vita, hvar teir skulu seta krossin, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum
Starvsmannafelagið leggur afturat at tær ósemjur, sum eru við landsins størsty kommunu, eru at kalla ókendar í samskiftinum við aðrar kommunur.
Starvsmannafelagið leggur eisini afturat, at felagið vil fegið koma á tal við býráðslimir um støðuna.