Upprunaliga varð felagið Outdoor stovnað í 2017, men ferð kom ongantíð veruliga á ætlanirnar, ið stovnararnir droymdu um.
Ein orsøk var kanska, at teir høvdu allir úr at gera við at fáa gongd á tá nýstovnaða Ítróttaháskúlan í Suðuroynni, ið teir allir eru, ella hava verið, knýttir at.'
Vit skipa fyri bæði størri og smærri tiltøkum, so sum starvsfólkaútferðum, polterabend, nevndarfundum, samansjóðing fyri ítróttarfeløg og mangt annað. Vit í Outdoor vilja skapa umstøður fyri allar føroyingar, sum ynskja at uppliva teirra vøkru náttúru á ein øðrvísi hátt, sigur ein av stigtakarunum, Jóni Brandsson Christiansen.
Teir, ið hava tikið stig til felagið eru Rói Agnarsson, Øssur Debes Eiriksfoss, Jóni Brandsson Christiansen og Guðmundur Joensen.
At menninir aftanfyri eru serkønir, hava síni serøki sum starv í gerandisdegnum umframt at njóta avbjóðingar í náttúruni í fríløtum, sæst eisini aftur.
Vit í Outdoor eru eitt serstakt toymi við drúgvum royndum innan ítrótt í náttúruni, t.d. klintring, síging, rapelling, zip-lining og kayakrógving. Vit hava viðkomandi prógv, t.d. eru vit altjóða IPP-sertifiseraðir kajakkinstruktørar og UIAA-sertifiseraðir klintriinstruktørar. Hetta merkir, at tú er altíð í góðum hondum hjá okkum, tí vit vita júst hvat vit gera, og tað er okkara hægst ræðfesting at trygdin til altíð er í hásæti, sigur felagið millum annað á síni heimasíðu, outdoor.fo.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##