Vestara Bryggja: Frammanfyri ísfiskatrolaran "Grímur Kamban" er mikið virksemi.
Á bryggjuni stendur ein stórur tangabilur frá Statoil og fyllir olju á. Aftanfyri hann stendur ein annar tangabilur og bíðar eftir at sleppa framat.
Ein annar bilur kemur eisini framvið, har trolarin liggur. Ein maður fer úr bilinum og letur baklúkuna upp. Hann fer síðani berandi við nøkrum skuffum umborð, og hvørs innihald skal nýtast, um so bar á, at onkur av manningini kemur til skaða.
Umborð á Grími sum teir kalla skipið - er eisini nógv virksemi, bæði á dekkinum, í maskinuni og ikki minst á brúnni.
Menn koma umborð fyri at fáa eitt lítið prát um veður og fisk, og tað tykist sum um teir eru spentir eftir, hvussu hetta nýggja árið fer at hilnast hjá teimum.
Trolarin hevur ligið við bryggju nóg leingi, og er tíðin komin hartil at farast skal á nýggjan túr. Og tað verður tað til einaferð í leypi av degnum.
Ja, vit fara avstað so skjótt sum skipið er gjørt klárt, sigur skiparin henda túrin, Alvi Hjelm.
Grímur Kamban partrolar við Kallsevni, og komu teir aftur av seinasta túrinum 20. desember í fjør. Við trolaranum eru vanliga sjey mans.
Ójavnur fiskiskapur
Grímur Kamban hevur ligið við bryggju síðani undan jólum í fjør.
Enn hava teir ikki gjørt endaliga upp fyri, hvussu árið royndist hjá teimum. Men - sum altíð, tá ein tosar um fiskiskap - so kundi hann verið munandi frægari.
Hesum er Alvi Hjelm eisini púra samdur í. Hann er ein av trimum skiparum við hesum báðum partrolarunum.
Skal man tosa um árið í fjør, so royndist tað sera ymiskt hjá okkum. Fyrra helvtin var simpelthen so ótrúliga vánalig.
Men tú kanst væl heldur ikki vænta annað, tá upsaprísurin kom heilt niður ímóti eini einstakari krónu fyri kilo!, slær Alvi fast.
Hinvegin so royndist seinni helmingur av 2005 heldur frægari. Og hetta gevur teimum eisini góðar vónir fyri komandi árið.
Prísurin á upsanum er á veg uppeftir. Og verður fiskiskapurin eisini góður, so kann árið gerast nøkurlunda, sigur Alvi.
Fleiri av manningini eru eisini á brúnni hesa løtuna, meðan vit hitta Alva. Og teir nikka samtykkjandi til hesa seinastu útsøgn hansara.
Spennandi arbeiði
Alvi Hjelm hevur verið við Grími hetta seinasta hálvttriðja árið. Og tað dámar honum væl.
Tað kann fyri mong tykjast at vera eitt einstáttað arbeiði, men tá ein er við partrolara so gloymir ein alt um tað.
- Jú, tað er altíð spennandi at vera við einum partolara. Serliga tá illveður er!, sigur hann.
Hetta krevur sum vera man eina frágreiðing, tí hjá fólki flest er tað helst so, at illveður og sjógvur ikki júst eru tað, sum fólk tengja saman.
Frágreiðingin er hon, at tá ein er við partrolara er neyðugt at tveita línurnar millum bæði skipini á opnum havi, tá alt rundan um kanska stendur í einum andarisi.
Tað sær kanska drápiligt út, tá trolararnir liggja so tætt saman, og teir fara upp og niður bara nakrar fáar metrar frá hvørjum øðrum.
Tá er skjótt at hárini reisast, tá tað gerst ov tætt ímillum. Men við forsiktigheit, so gongur tað, sigur Alvi.
Soleiðis er lívið umborð, og tað fær helst ikki verðið øðrvísi.
Stuttir túrar
Síðani Alvi kom umborð á Grímur Kamban hevur manningin verið at kalla tann sama.
Túrarnir eru ikki so langir, millum 5 og 10 dagar. Teir fara ongatíð uppum 10 dagar.
Seinasta túrin undan jólum vóru teir bert úti í fýra dagar, og komu tá inn við veiðuni fýra dagar fyri jól.
Hvussu langur hesin fyrsti túrurin í nýggja árinum verður, dugir Alvi ikki at meta um.
So skal ein ganga eftir hesum, kann hugsast at Grímur Kamban kemur inn aftur við veiðu síni í næstu viku.
FAKTA
Navn: Grímur Kamban (fram til 2002: Nökkvi (Ísland)
Bygdur: Akureyri 1987
Eigari: P/f Research, Havn
Útgerðarmaður: Aksel E. Hansen, Havn
Skipaslag: Ísfiskatrolari
Mát: Breidd 8,10 m. og dýpd 6,25 m.
BRT: 283
Manningatal: 8 (14 koyggjur)










