Leggja stjórnina undir Bhutto-morðið

Helmingurin av pakistanska fólkinum halda, at stjórnin hevði samband við morðið á andstøðuleiðaran Benazir Bhutto Annar hvør pakistani heldur, at landsins myndugleikar vóru við til at beina fyri Benazir Bhutto tann 27. desembur. Tað vísir ein meiningakanning.

Pakistanska stjórnin heldur hinvegin uppá, at tað vóru víðgongdir við tilknýti til al-Qaeda ella Taliban, sum myrdu hana.

Morðið á Benazir Bhutto gjørdi, at tað ætlaða tjóðartingsvalið bleiv útsett til miðskeiðis í næsta mánað. Teir flestu eygleiðararnir vænta, at flokkurin hjá Bhutto fer at fáa nógvar samhugaatkvøður á valinum.