Leggja størri dent á toskaaling

Nú íslendska toskavkotan er skerd nógv, fara íslendingar at leggja størri dent á at ala tosk. Tá íslendska stjórnin í síðstu viku gjørdi av at skarva ein triðing av toskakvotuni, boðaði hon samstundis frá, at størri dentur skal leggjast á at ala tosk.

Þórarinn Ólafsson, fiskivinnufrøðingur, sigur við Morgunblaðið, at upp á sikt kann aldur toskur taka kappingina upp við tann villa toskin, og hann sigur stórar møguleikar vera í hesari vinnugreinini. Men tað fer at krevja stórar íløgur, tí toskaaling er framvegis á menningarstigi, sigur hann.

-Tí er neyðugt, at tað almenna økir sína játtan til toskaalingina, tí enn er hetta ein kosatnaðarmikil vinna, sigur Þórarinn Ólafsson við Morgunblaðið.