Leggja seinastu hond á menningarætlan

Í næstu viku verður Undirvísingar- og Mentamálastýrið væntandi liðugt við eina menningarætlan fyri fólkaskúlan

 

Í hesum døgum leggur umsitingin í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum seinastu hond á eina menningarætlan fyri fólkaskúlan. Ætlanin er, at arbeiðið skal verða liðugt í komandi viku, og tá skal tað so leggjast fyri landsstýrismannin í skúlamálum.

Orsøkin til hetta arbeiðið er fólkaskúlalógin frá 1997, sum leggur upp til, at landsstýrismaðurin ger eina slíka ætlan.

- Ætlanin kemur við einum tilmæli um, hvat fólkaskúlin skal royna at menna næstu trý árini, sigur Hensar Ellingsgaard, leiðari á Fólkaskúladeildini í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum.


Skúlarnir hvør sína ætlan

Tað eru serliga nýggju tættirnir í fólkaskúlalógini frá 1997, sum verða viðgjørdir í menningarætlanini. Tað er til dømis flokslæraraarbeiðið, skúlabókasavnini, eftirmetingin og samstarvið millum lærarar.

Tá menningarætlanin er liðug, og landsstýrismaðurin hevur góðkent hana, skal hon sendast út til skúlarnar, sum síðani skulu gera hvør sína ætlan fyri næstu árini - støðið verður ætlanin hjá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum.

Skúlarnir fáa eina freist at leggja sína egnum menningarætlan til rættis, sum skal innihalda teir lutirnar, sum hvør einstakur skúli ætlar sær at arbeiða við.