Leggja ov lítið til síðis

Eingin niðurgongd er at hóma í nærmastu framtíð, heldur Djóni Højgaard, formaður í Búskaparráðnum, men kortini verður ov lítið lagt til síðis til verri tíðir

Yvirhøvur er føroyski búskapurin rættiliga væl fyri. Nógv ferð er á búskapinum, og útlit eru í løtuni ikki fyri konjuktursveiggi hinvegin, sigur Djóni Højgaard, formaður í Búskaparráðnum

– Føroyski búskapurin er í einum hákonjukturi nú, og vit hava seinasta árið sligið met fyri til dømis arbeiðsloysi. Seinasta uppgerðin vísti eitt arbeiðsloysi up á 0,9 prosent, sum er tað lægsta, ið vit hava sæð yvirhøvur. So frætt eg klári at síggja, er hetta eisini heimsmet. Tað koyrir rímiliga skjótt í føroyska búskapinum.

Djóni Højgaard heldur kortini, at ov lítið verður lagt til síðis til verri tíðir.

Les samrøðuna við Djóna Højgaard í Sosialinum, ið kann lesast á netinum her.