Nevndin í ungmannafelagnum Virkið á Sandi hevur skipað seg við Astrid Midjord sum forkvinnu. Í nevndini sita annars Bjarki Henriksen, Jón Mikkjal Henriksen, Johan Falkvard og Gudny Warburton. Eykalimir eru Heini Jacobsen og Sigvør Djurhuus.
Sambært tí sum Sandoyarportalurin skrivar, fer nevndin nú at gera eina arbeiðsskrá, so tað góða arbeiðið, sum fráfarandi nevndin hevur gjørt, verður uppfylt. Annars fer Virkið framhaldandi at vísa viðkomandi fótbóltsdystir á stórskíggja og kafékvøldini fara at halda fram.
Eisini fer nevndin at royna at leggja orku í ungdómsarbeiðið.
Forkvinna
Astrid Midjord er nýggja forkvinna í nevndini
Mynd: sandportal.fo