Umhvørvisstýrið í Danmark hevur biðið Mærsk Olie og Gas leggja flotbyrgingar rundan um Dan-leiðina í Norðsjónum. Orsøkin er, at olja er á sjónum har, men myndugleikarnir hava framvegis ikki funnið kelduna til dálkingina, sigur skrivstovustjórin í Umhvørvisstýrinum, Juliane Albjerg, við Ritzau-tíðindastovuna.
-Vit hava biðið Mærsk leggja eina flotbyrging út. Keldan til dálkingina er ikki funnin, og nú er oljubræðing at síggja á einum øki, sum er einar 300 ferkilometrar. Vit vita heldur ikki, um tað er tann sama oljan, sum breiðir seg, ella um talan er um, at meiri olja er í sjónum, sigur hon.
Umhvørvisstýrið skuldi fáa eina nýggja meting av støðuni seinnapartin.