Leggja nú uppskot um tunnil fyri Løgtingið

Ein klaga gjørdi, at ein partur av fyrireikingunum mátti ganga umaftur

Nú verður arbeiðið at gera nýggjan Fámjinstunnil meiri ítøkiligt. Løgmaður ger nevniliga greitt í dag, at hann hevur fingið upplýst, at uppskot um at gera tunnil til Fámjins, verður lagt fyri Løgtingið longu í hesum mánaðinum.

 

Fyrr í ár lýsti Landsverk eftir fyrtøkum, sum vorðu sinnaðar at átaka sær uppgávuna at gera tunnilin. Tær, sum bjóða seg fram, verða so kannaðar og tær fyritøkurnar, sum so verða góðkendar, sleppa so at bjóða upp á arbeiðið.

 

Fyritøkurnar fingu eina freist at bjóða seg fram, Kristi himmalferðardag sum var hósddagin 13. mai. men síðani varð freistin longd til á miðdegi mánadagin eftir - men við einum øðrum klokkusletti. Tað førdi tó til, at ein fyritøka kærdi um mannagongdina, tí fløkja var komin í tíðarfreistina. Kæran varð kannað, og tikin til eftirtektar og tískil mátti arbeiðið ganga umaftur at góðkenna tær fyritøkur, sum sleppa at bjóða upp á arbeiðið.

 

Men løgmaður ger greitt, at hetta fær ikki avleiðingar fyri tíðarætlanina. Hann sigur, at eftir ætlan verður uppskotið, sum verður lagt fyri Løgtingið í hesum mánaðinum, samtykt tíðliga í heyst og ætlanin er at so at bjóða arbeiðið út seinni í ár - og ætlanin er eisini at fara undir sjálvt arbeiði seinni í ár. Tað merkir, at tunnilin verður liðugur í 2023 ella í 2024.