Leggja nú á annan bógv

Nema umskipar virksemi og letur tveir handlar aftur

Nemahandlarnir, sum vit kenna teir í dag, fara nú í søguna.

Tað boðar Nema frá í tíðindaskrivi beint nú.

Orsøkin er størri dentur skal leggjast á veita vinnuni tænastur.

 

Í Havn verður handilin bygdur um, so at hann betur kann tæna fyritøkum og stovnum og í høvuðstaðnum verður virksemið miðsavnað á Smyrilsvegnum, sigur Christian Nagata. stjóri.

 

Í næstum sambandi verður handilin umbygdur til framsýningarhøli við innbúgvi, skrivstovuútgerð og kt-útgerð.

 

- Frameftir verða verða viðskiftafólk sjálvandi vælkomnir inn á gólvið, antin tað er at royna og síggja tað nýggjasta og besta innan innbúgv og tøkni ella tað er at keypa skrivstovuútgerð.

 

Tann 28. februar lata handlarnir í Klaksvík og Saltangará aftur fyri seinastu ferð. 

 - Í Norðoyggjum verður Nema framvegis væl umboðað á Stangavegnum í Klaksvík, har ráðgevar, mennarar og supportarar fara at røkta vinnukundarnar.

 

Á Skálafjørðinum verða viðskiftafólkini framhaldandi røktað úr deildinum í Klaksvík og Tórshavn, sigur Nema.