Nú verður av álvara farið undir at fyrireika arbeiðið at gera eitt nýtt sjósavn í Klaksvík. Í hesum sambandi hevur Klaksvíka Býráð nú samtykt at játta 2,5 milliónir krónur til fyrireikingarnar, og tann peningurin skal játtast í tveinum, nevniliga næsta ár, og í 2020.
Tað er Føroyagrunnurin, sum hevur sent býráðnum umsókn um at bera ein part av útreiðslunum til fyrireikingarnar, sum annars eru mettar at kosta seks milliónir krónur.
Føroyagrunnurin sigur við býráðið, at eydnast fyrireikingarnar so mikið væl, at tað eydnast at fáa íleggjarar, sum vilja vera við til at gera sjósavnið, verður hildið fram við arbeiðnum. Eydnast tað ikki, verður ætlanin slept.
Eftir tí, sum higartil hevur verið alment frammi um ætlanina at gera sjósavn í Klaksvík, er talan um eina rættiliga sermerkta ætlan. Tosað hevur nevniliga verið um at gera eitt sjósavn undir sjónum á Borðoyarvík.
Tey halda, at tað kann verða eitt sera áhugavert stað hjá frítíðarkavarum, har gomul skip longu eru, og verða søkt. Samstundis er ætlanin at leggja ein tunnil úr glasi út í sjógvin fram við taraskógnum á einum ávísum øki, til fólk at ganga í, soleiðis at tey eisini kunnu síggja lívið undir vatnskorpuni.










