Leggja nýggjan vøll á

Nú verður nýtt graslíki lagt á niðara vøll í Gundadali. Vøllurin verður lagdur á sum garanti fyri gamla vøllin, sum ikki var nøktandi. Feilur var í gamla vøllinum, og tí verður hann nú skiftur út.

Men av tí at menningin innan graslíkisvallir gongur so skjótt, valdi Tórshavnar kommuna at leggja ein meiri framkomnan vøll enn tað slagið, sum lá framman undan.

Hettar kostar kommununi umleið eina millión, tí hon sjálvandi noyðist at rinda munin millum kostnaðin av gamla slagnum og nýggja og meiri framkomna vøllin.

Arbeiðið verður liðugt seinni í vikuni.