Leggja nú frá landi í Mykinesi

Teir fýra floksformenninir skrivaðu í morgun undir samgonguskjalið, sum er 12 síður langt. Allir eru nøgdir, sjálvt um allir siga seg hava noyðst at slúkt kamelar. Løgmaður hevur tosað um, at teir hava siglt Sørvágsfjørð og hava lagt at landi í Mykinesi. Nú skulu teir so leggja frá landi aftur

Klokkan 10 í morgun hevði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, boðað til tíðindafundar, har samgonguskjalið skuldi undirskrivast.
Og tað vóru fýra vælupplagdir floksformenn, sum møttu til fundin.
Løgmaður legði fyri við at greiða frá í stuttum, hvat stendur í samgonguskjalinum, og síðani fingu Jørgen Niclasen, Kári P. Højgaard og Jenis av Rana orðið, og teir greiddu frá, hvat hevði týdning at fáa við í samgonguskjalið fyri teirra viðkomandi.
Nógvir politikarar vóru møttir upp til tíðindafundin, og bæði Aksel V. Johannesen og Høgni Hoydal vóru komnir at fregnast um, hvat stendur í samgonguskjalinum.
Løgmaður legði dent á, at búskapurin stendur fremst á breddanum, og við Rás2 sigur Kaj Leo Holm Johannesen, at nýggju landsstýrisfólkini fara at savnast til ein daglangan fund onkunstaðni eitt sindur avsíðis, sum til dømis á Gjáargarði ella á Viðareiði, at viðgera politisku støðuna og leggja landsstýrisarbeiðið til rættis.
Løgmaður sjálvur heldur ikki, at tað hevur verið serliga trupult at góðtaka ynski frá hinum flokkurum, og tað positiva vigar nógv meira enn tað negativa í samgonguskjalinum fyri Sambandsfloksins viðkomandi.

Skattur við inngjald
Eisini Jørgen Niclasen er væl nøgdur við samgonguskjalið. Flokkurin hevur fingið flatskattauppskotið við í samgonguskjalið, og tað er tað týdningarmiklasta fyri Fólkaflokkin.
- Tað er við ringum tannabiti, at vit hava góðtikið at tiðna blokkin, men vit hava fingið við í samgonguskjalið, at fer tað at ganga so væl í føroyska samfelagnum, sum vit vóna, so verður blokkstuðulin skorin tilsvarandi niður, sigur Jørgen Niclasen.
Annars er formaðurin í Fólkaflokkinum væl nøgdur við samgonguskjalið, sum leggur upp til, at virksemið í landinum skal økjast.
Tað skal loysa seg at arbeiða, var eitt av slagorðunum hjá Fólkaflokkinum upp til valið, og hetta sæst eisini aftur í samgonguskjalinum.
Pensjónsnýskipanin verður sett í gildi 1. januar 2013, tó verður lóg um inngjaldið sett í verk 1. januar 2012, stendur í samgonguskjalinum sum eisini staðfestir, at pensjónin verður skattað við inngjald, so sum Fólkaflokkurin legði upp til í valstríðnum.
Fólkaflokkurin fær fiskivinnumál at umsita, og heldur óvæntað valdi flokkurin at seta Jákup Mikkelsen út í Tinganes heldur enn Jacob Vestergaard, sum fólk hava roknað við.
Flokkurin og nýggja samgongan leggja dent á, at vinnulívið skal hava tað gott, og greiðir karmar skulu gerast fyri alla vinnuna, bæði á sjógvi og landi.

Innlendismál
Kári P. Højgaard, nývaldur formaður í Sjálvstýrisflokkinum, er eisini fegin um at samgonguskjalið er komið undir land.
Flokkurin hevur lagt serligan dent á, at fáa gjøgnumskygni í eigaraviðurskiftunum í fiskivinnuni, og at allir ungdómar millum 15 og 17 ár skulu fáa trygdarskeið og Bláu bók ókeypis.
- Hetta er nakað, vit bóru fram undan valinum, og tí er tað gleðiligt, at tað er komið við í samgonguskjalið, sigur Kári P. Højgaard.
Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum er ógvuliga harmur um viðferðina, sum útróðrarmenn hava fingið, og hann ætlar, at reglan um at avreiða fyri 400.000 krónur um árið skal endurskoðast.
- Tað letur seg als ikki gera hjá snellubátum, og tí mugu vit hyggja nærri eftir hesari ásetingini, so flotin ikki minkar meir. Hann er nú bert ein brotpart av tí, hann var, sigur Kári P. Højgaard.
Hann sigur, at tað, sum hevur verið truplast at svølgt, er flatskattaskipanin og blokkurin.
- Men fyrimunirnir eru fleiri enn vansarnir. Vit kundu valt at staðið uttanfyri, men vit meta, at vit hava størri ávirkan innan fyri, og vit boðaðu frá undan valinum, at vit vildu royna at koma í eina samgongu. Eg haldi, at vit hava fingið okkara sjónarmið við, og valskrá og stevnuskrá floksins sæst aftur í samgonguskjalinum, sigur Kári P. Højgaard.

Ongan hug til ráðharrasess
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, er eisini nøgdur við samgonguskjalið.
- Vit fóru til val upp á at fáa gongd aftur á samfelagið, og tað avspeglar samgonguskjalið. Vit skulu ikki spara okkum burtur úr kreppuni, men vit skulu framleiða okkum burtur úr henni, sigur Jenis av Rana.
Tað er serliga at fáa til høldar tað tilfeingi, sum ikki verður gagnnýtt í dag.
- Vit hava nógvar arbeiðsleysar hendur, og vit hava nógv tilfeingi, sum ikki verður gagnnýtt, og við at kombinera hesi bæði loysa vit tveir trupulleikar í senn, sigur Jenis av Rana.
Hann fegnast eisini um, at vit nú kunnu fáa eina fíggjarliga uppgerð við danir, so greiða fæst á, hvør gevur hvørjum hvat.
- Vit eru glaðir um, at tað fleiri ferðir verður staðfest í samgonguskjalinum, at vit skulu taka okkum av teimum veiku í samfelagnum, og vit skulu styrkja um ráðgevingina til tey, sum ikki halda at tey megna, at fáa eitt nýtt barn í heim, sigur Jenis av Rana.
Formaðurin í Miðflokkinum sigur, at tað alla tíðina var greitt, at teir skuldu hava eitt landsstýrisfólk. Men tað er ikki alt í samgonguskjalinum, sum hóvar Miðflokkinum so væl.
- Flatskattin eru vit ikki glað fyri. Tíbetur fingu vit inn í ætlanina, at inntøkur yvir 600.000 krónur rinda 5% eyka í skatti, og inntøkur yvir eina millión rinda 10% eyka í skatti, sigur Jenis av Rana.
Miðflokkurin skal umsita heilsumál, men hóast Jenis av Rana er lækni, hevur hann ongar ambitiónir um at gerast heilsumálaráðharri.
- Nei, mær dámar væl arbeiðið í Tinginum, og mær dámar væl arbeiðið sum lækni, og so fái eg eisini ta frítíð sum skal til, eisini til annað enn tingarbeiði og læknagerningihn, sigur Jenis av Rana.