Í nakrar dagar hevur dúkurin, sum skal yvir marghøllina í Vági, ligið samanrullaður á mønuni á stálkonstruktiónini. Men í dag byrjaði arbeiðið at rulla dúkin út.
Hóast eitt lot var í dag, so sá út, sum gekk arbeiðið væl. Nakrar ferðir sást tó, at lotið hevði hug at lyfta stóra dúkin, men ikki tóktist hetta at tarna arbeiðinum. Tá leið út á seinnapartin, var ovurstóri dúkurin nærum lagdur um alla høllina. Enn standa vestari og uttari endi opnir.
Høllin er soleiðis háttað, at talan er um eina stálkonstruktión, við einum ovurstórum, og serstøkum, dúki spentum omanyvir.
Sammet við eittnú Pálshøll, sum er beint vestanfyri marghøllina, so sæst, at talan erum eina sera stóra høll, og óivað er hetta ein hin stórsti dúkurin í landinum.